B71
Vælkomin til almennu síðuna hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71. Fótbóltur, flogbóltur, frælsur ítróttur o.a.
05/10/2026
U13 DREINGIR HEIMA!
Tað gekk væl hjá U13 dreingjum inni í Dal í gjár.
Tveir sigrar og ein ósigur og nógvur góður fótbóltur!
Kappingin í gjár og í farnu viku vóru hálvfinalu bólkar. Haðani fara tvey tey bestu liðini víðari til eitt finalu umfar, men tá avtornaði endaði B71 á 3. plássið. Reglarnir eru eitt sindur torskildir, so í skrivandi stund ganga vit út frá at B71 ikki rakk einum finalu umfarið, men dreingirnir hava koyrt á og ment seg alt árið á tamb, ið so er tað týdningarmesta.
Til lukku við góða kappingarárinum.
Drívið á B71!
ÚRSLIT:
B71-B36 3-0
B71-ÍF 1-5
B71-HB 5-3
04/10/2026
SIGUR Á SVANGASKARÐI
B71 kvinnurnar fóru norð at vitja B68 kvøld og spældu seinasta dyst í kappingarárinum.
Væl hevur gingist í ár, havandi í huga “beskedna” málsetningin um regluligar venjingar og møta til allar dystir. Ein dystur glapp tíverri, men nú við kappingarársenda standa vit hinvegin eftir við fleiri sigrum og javnleikum, umframt nakrar obligatorisk byrjunar ósigrar, serliga móti størru liðunum.
Kvinnurnar og venjarin eiga stórt rós fyri at hava koyrt á alt árið og tað allarbesta er at vit til ársveitsluna 31. oktober aftur fara at heiðra ársins leikara og unga leikara hjá bæði monnum og kvinnum fyri fyrstu ferð í nógv ár!
Dysturin á Svangaskarði var annars spennandi og bylgjaði aftur og fram. Fyrst 1-0 til B71, so 2-1 til B68, so 2-2 og at enda fekk Viktoria Hentze hattrick, tá hon økti til 3-2, ið gjørdist endaliga úrslitið!
Til lukku við góða avrikinum, kvinnur!
Drívið á B71!
Vunnu 3-2 á seinasta leikdegi!
Drívið á B71!
03/10/2026
VÍÐARI TIL FINALBÓLK B
Hóast tað ikki gekk líka væl í dag í Leirvík, sum seinastu ferð á Argjum, tá B71 genturnar spældu hálvfinalu umfar, so kláraðu tær akkurát at spæla seg víðari í finalubólk B.
Hettar merkir at um eina viku 10.10 fara okkara gentur at dystast um 1.-4. plássini og møgulig heiðursmerkjapláss!
Til lukku við góðu avrikunum higartil og góða eydnu aftur um eina viku, tá seinasta umfar verður leikt!
Drívið á B71!
Úrslit:
B71-HB 0-1
B71-Víkingur 1-0 (Isabella 1 mál)
B71-Ab 1-2 (Rósa T. 1 mál)
03/10/2026
U16 GULL á ½ VØLLI!
Tað var stórur spenningur um 1. og 2. plássið í dagsins U16 gentu kapping á ½ vølli. HB(a) og B71 høvdu dystast um plássini alt árið og áðrenn kappingina í dag vóru liðini jøvn í stigum og B71 skuldi dystast ímóti bæði HB(a) og HB(b) í dag.
Tá avtornaði, so vunnu B71 genturnar sínar dystir og tá var onki at ivast í at tað vóru sandoyingar, ið komu at enda á fyrsta plássinum við steypi og gullheiðursmerkjum!
Frøðin var stór á teimum gul/bláu leikarunum, venjarunum, men ikki minst eisini áskoðarum, ið ikki øll vóru foreldur, men eisini aðrir forvitnir B71arar, ið høvdu lagt leiðina norð at fregnast og vera við í møguliga gullrúsinum!
HB vóru sera góðir vertir enn eina ferð, eisini hóast tað er onki stuttligt ikki at røkka gullinum. Hettar vita vit alt for nógv um.
Vit fingu eina góða løtu í HB húsinum við heiðursermerkja- og steypahandan og aftaná fóru vit útum aftur á vøllin at taka liðmynd og felagsmynd, áðrenn leiðin, sum skilst, gekk oman í SMS at eta sigursdøgurðan áðrenn heimferðina.
Hjartaliga til lukku gentur! Tá avtornaði, so var onki ivamál um at tað vóru tit, ið høvdu uppiborið gull og staðfestu sigurin á seinasta leikdegi.
Vit gleðast øll tykkara vegna!
Drívið á B71!
03/10/2026
DYSTIR Í VIKUSKIFTINUM
Leygardag 03.10
Úti:
U13 gentur: Kapping í Leirvík, kl. 14.00
Old Boys +45: Kapping í Fuglafirði
U16 gentur: Kapping á Ovara Vølli í Gundadali, kl. 17.30
Sunnudag 04.10
Heima:
U13 dreingir: Kapping inni í Dal, kl. 14.00
Úti:
1. deild kvinnur: B68-B71, kl. 15.30
Drívið á B71!
02/10/2026
U9 MASKOTTAR
Tað var futtur í á Tórsvølli í kvøld! Føroyar megnaðu at berja seg fram til enn ein javnleik og lívligi U9 aldursbólkurin hjá B71 vóru maskottar til dystin og sluppu at leiða slovakisku leikararnar inn á vøllin.
Tey megnaðu hettar væl og dugdu væl at gera eftir boðum. Her eru nakrar myndir frá løtuni á Tórsvølli, tá 11 B71 børn sluppu at umgangast stóru stjørnurnar!
Drívið á Føroyar! 🇫🇴
01/10/2026
REGLULIGUR EYKA AÐALFUNDUR 15.10.26
Gamalt var at hava aðalfund felagsins í nýggja árinum, har roknskapur o.a. varð lagt fram, umframt nevndarval og onnur innkomin mál.
Farna aðalfund var viðtøkubroyting staðfest, ið merkir at nevndarval ikki verður á árliga aðalfundinum í nýggja árinum, men ístaðin verður á skrá á regluligum eyka aðalfundi, ið skal haldast í seinasta lagi 4 vikur eftir kappingarenda og verða fráboðaður 14 dagar frammanundan. Tað stendur tó felagnum frítt at kalla inn til hendan eyka aðalfundin fyrr, og í dag verður so hettar gjørt.
Eyka aðalfundur hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71 verður lýstur at verða hóskvøldið 15. oktober 2026 í Ítróttarhøllini inni í Dal, kl. 19.00.
Skráin er sum fylgir:
1) Nevndarval
2) Val av 2 tiltakslimum
3) Ymiskt
Møtið fjølment!
27/09/2026
SEINASTI HEIMADYSTUR
Tað var lagt upp til góðan dyst inni í Dal í dag ímóti HB, ið hava verið væl koyrandi í bæði bestu og næstbestu deildini í ár. Seinasti dystur, ið var heilt afturi í byrjanini av kappingarárinum, endaði heili 16-0 í Gundadali.
Nógv vatn er tó runnið í ánna síðani tá og kvinnuliðið hevur vant eina rúgvu og ment seg nógv seinastu mánaðirnar, so í dag var væl javnari millum liðini, hóast tað enn eina ferð var HB, ið var stinnari og vann.
B71 hevði tó 1-1 javnleik einu løtuna og tá HB fekk økt til 3-1, so minkaðu okkara um munin til 3-2. Vit høvdu møguleikar at javna, umframt at HB hevði møguleikar at økja, hvørt tær eisini gjørdu, stutt fyri leiklok og endaliga úrslitið gjørdist sosatt 4-2 til tær reyð/svørtu úr Havn.
Ein fínur dystur og hóast ósigur, so lá innsatsurin ikki eftir.
Næsti, og síðsti, dystur í ár, verður leiktur á Toftum komandi vikuskifti. Vit gleða okkum og gleðast yvir at tað gekk somikið væl hjá kvinnum við hesum innleiðandi kappingarárinum!
Drívið á B71!
27/09/2026
ALFABÓLTUR Í MORGUN!
Klokkan 10.00 sunnudagar hittast smábørn og foreldur til spæliløtu í Høllini inni í Dal.
Alfabóltur er heitið og í morgun vóru nógv nýggj andlit og gott spæl fyri tey smæstu.
Aftaná var kaffi/the, saft og frukt, umframt at vit fingu hesa myndina av børnunum og ALF!
Drívið á B71!
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Kategori
Kontakt virksomheden
Telefon
Website
Adresse
Sandur
Åbningstider
| Tirsdag | 10:00 - 16:00 |
| Onsdag | 10:00 - 16:00 |
| Fredag | 10:00 - 16:00 |
Underretninger
Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når B71 offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.