Sprotin
SPROTIN er forlag, sum gevur upprunabøkur og týddar bøkur út. SPROTIN hevur bókaklubba. SPROTIN
18/08/2026
Orð og tónar - Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti
Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Vælfagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki.
Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kv....
06/07/2026
Hjartaliga til lukku við svenska heiðrinum.
Sviar virðismeta týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska föreningen er at stimbra felagsskapin millum Norðurlond í visindum, list og ídnaði. Felagið letur árliga einar 2–3 milliónir í stuðli til arbeið...
18/06/2026
18/06/2026
STUDENTAGÁVA🇫🇴🇫🇴🇫🇴
Ivast tú í, hvat tú skal geva studentunum til gávus, so er henda bókin eitt ógviliga gott boð. Hon er viðkomandi, upplýsandi og forvitnislig🙌🧑🎓
Bókin kann keypast í bókasølum kring landið og á sprotin.fo.
https://sprotin.fo/news/1228/krigsharrin-i-kreml-putin-og-hansara-tid
08/06/2026
Bakið á pápa/ Niels Fredrik Dahl
BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.
Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum einsemi, ið gongur í arv.
Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.
Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.
Jákup í Skemmuni týddi.
Bókin kostar 298,- og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/1201/bakid-a-papa
03/05/2026
…hmm…so var enn ein gjøgnumskriving av nýggju skaldsøguni liðug…og enn ein verkæltlan komin so mikið undir land, at eftir einar tvær gjøgnumskrivingar afturat kann hetta gevast út í bók í heyst sum skaldsøga undir heitinum…:…
JENSEN/ein óævisøga
…ella líka veit eg…ið hvussu er limraði íspegilin soleiðis í morgun…:..
Ó-ævisøga, tú álvara,
Er sum at nevna tað kálvara,
Tá horn og ein hali,
So heftast á kali,
At bóndin má brúka revolvara.
Og má bóndin brúka revolvara,
Ber als ikki til í álvara,
At lesa tað líkið,
Sum tá legst í díkið
Og kynjar um kúgv til kálvara
Tí kynjast um kúgv til kálvara,
Kann eingin uttan revolvara,
Longur skilja ein skitt
Tað skynsemis-splitt,
Sum er óævisøga í álvara.
…mong er ævin óævisliga søgd…
27/04/2026
Vestursandur/Ingeborg Arvola
Ger skommin nakað, tá ið hann er við mær í henni?
Brita Caisa sleppur úr fongslinum eftir at hava sitið har, tí hon hevði havt ósømiligt samlív við Mikko. Nógv við barn stígur hon út í kavan, hon veit ikki, hvagar hon skal fara. Hon droymir um eitt heim, eina timbursmáttu. Mikko situr framvegis inni, og enn veit hann einki um barnið, sum Brita gongur við.
Vestursandur ger ferð við okkum til Neiden og Pykeijä í 1862, út á váðamikla hvalaveiði og ein tølandi amerikubát, út í hart timburarbeiði og glóðheita baðstovu, inn í lívshættisliga svartsjúku og stóran kærleika.
Fyrra bindið "Knívin í eldin" gav Sprotin út í 2025.
Edvard S. Olsen týddi.
Bókin kostar 348,- og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/1203/vestursandur
30/03/2026
Nú er at lesa føroyskt!
Ein góð apríl søga Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin, sum er so fullur av søgum, at alt umhvørvið verður livandi.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Kategori
Kontakt virksomheden
Website
Adresse
Hornavegur 12
Vestmanna
Underretninger
Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Sprotin offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.